Persónbilar
IQ
Hóast longdin er undir 3 metrar, kennist hann sum ein rúmligur bilur, har góðskan er sett í hásætið - fá sjón fyri søgn við at royna bilin.
    Les meira
Aygo
AYGO hevur heilt vist fingið íblástur frá tí japonsku mentanini við teimum einklu formunum, sum samstundis virka nýmótans. Tær dynamisku linjurnar hava eisini heinta eginleikar frá tí kraftmikla sniðinum av jetski, eins og tað er cockpittið í einum skjóttgangandi báti, ið hevur givið íblástur til tað stílreina inntrykkið. Sum prikkurin yvir i'ið bjóðar AYGO uppá væl upplagdar og dynamiskar koyrieginleikar.
    Les meira
Yaris

Tann nýggi Yaris gevur tær eina einastandandi samantvinning av kompaktum skapi uttan og rúmligheit innan.
Nýggja útgávan hevur nú alla tað trygdarútgerð, ið allir teir størru Toyota bilarnir eina tíð hava havt sum standard, so sum TRC "antispin" og VSC (vehicle stability control).
Framkomna motortøknin gevur tær væl upplagda orku og lága brennievnisnýtslu í einum og sama motori.
Nýggi Yaris fekk ikki færri enn fimm stjørnur í EURO NCAP crashtestini, og er YARIS sostatt tryggasti bilur í sínum flokki.

    Les meira
Urban Cruiser
Urban Cruiser kallast fyri eitt cross over model, ið lýkur treytirnar hjá nýmótans familjuni og yngru pørum í býnum og útjaðaranum. Bilurin er sniðgivin til tey, ið leggja áherðslu á snið, nýskapan og umhvørvið.
    Les meira
Auris
Auris ber boð um koyrigleði - og tey lyftini halda fult, tá ið tú setur teg inn í bilin. Væl hugsað snið og gagnnýtsla av hvørjum sentimeturi geva eina kenslu av, at hesin bilurin er fullkomin.
Kvirra og nærum ongar rystingar, meðan tú koyrir, eyðkenna tann nýggja Toyota Auris og afturi á baksetrinum, hava tey ferðandi ríkiligt av plássi, bæði í hædd og vídd. Eins og var hann tillagaður av læknavísindini, er hann ergonomiskt eitt bragd. Gearstong og handbremsa, eru har, tær eiga at vera, soleiðis at kenslan av at koyra ein Auris tykist eins og er hann ein partur av tær.
Ein røð av eykaútgerð er sjálvandi standard, og til ber at velja millum væl upplagdar motorar við diesel ella bensin – alt eftir huga og hugburði.
Kom og royn ein túr – so at siga óbindandi…
 
    Les meira
Prius
Prius er grundaður á eina nýggja og stórfingna hugsan. Tað er ein bilur har nýstluvirði, nýhugsan og dynamisk avrik samantvinnast við umhvørvisvinarliga tøkni. Úrslitið er kraftmikið avrik, framúr brennievnisnýtsla og umhvørvisatlit í serflokki, samanborið við aðrar bilar á somu stødd. Til gagn fyri nútíðar bilkeyparar okkara, næsta ættarliðið og okkara jørð.
    Les meira
Verso
Um tú livir eitt lív, har hvør dagur er ymiskur frá tí næsta, so fert tú at verða heilt bergtikin av Toyota Verso hugtakinum. Tað er nevniliga bygt á hugskotið um endurnýggjan og liðiligheit, og tað er sera sjónligt í tí nýggja Verso. Sniðið er dynamiskt og møguleikarnir nærum óendaligir við einari sera rúmligari kabinu, ið bjóðar behagiligar seturmøguleikar til upp til 7 persónar.
    Les meira
Avensis
Tann nýggi Avensis gevur høga góðsku og komfort í gerandisdegnum. Hann gevur størri koyrigleði og setur nýtt støði fyri snið, rúmd og ikki minst trygd.
    Les meira
Rav4
Fyrsta ættarliðið av Rav4 sá dagsins ljós í 1994 og var upprunin til eina heilt nýggja biltypu, nevniliga SUV. Rav4 er ein kompaktur, sportsligur og kraftmikil býarjeepur. 
Við síni støðugari sjarmu koyrdi Rav4 seg inn í hjartað á handilsfólki, ið ynsktu at koyra ein unikan arbeiðsbil, og øllum, ið ynsktu at koyra ein bil, sum bæði kann nýtast sum ein gerandisbilur, men eisini sum ein frítíðarbilur.
    Les meira
Land Cruiser 150
Tann nýggi Land Cruisarin er grundaður á 60 ára royndir úr øllum heraldarhornunum. Hann er bygdur til at klára sjálvt tær mest krevjandi avbjóðingunum, uttan hóvasták og við serstøkum javnvága. Land Cruiser megna at temja sjálvt tað mest óhugsandi viðurskiftini og er útgjørdur við einari ørgrynni av trygdar eginleikum. Sniðgevingin innan ber brá av luksus innrætting, og eru koyrieginleikarnir framúr góðir.      Les meira
Land Cruiser V8

Land Cruiser er meir enn bara eitt navn á einum bili. Land Cruiser er eitt heiti. Fýrahjólstrekkjarin hjá Toyota er kendur og virdur um allan heimin sum bilurin, ið kann halda á, sjálvt um vegurin langt síðani er endaður.

    Les meira
DYGD OG TRYGD

Tá tú keypir ein TOYOTA fært tú ein dygdarbil, ið er bíligur í rakstri og viðlíkahaldi.

Vit veita trý ára ella 100.000 km garanti, og fleiri av nýggjastu Toyota bilunum hava heilt upp til tólv ára trygd móti gjøgnumtering.

Ein trygd afturat eini góðari íløgu.

TOSA VIÐ OKKUM

Hevur tú onkran spurning ella okkurt ynski, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkum ella senda okkum ein teldupost.

Sámal av Reyni
Tlf. 222500
savr@reyniservice.fo

Hans Berg Hammer
Tlf. 473040
hbh@reyniservice.fo

Høgni H. Hansen
Tlf. 224448
hhh@reyniservice.fo

Ólavur Larsen 
Tlf. 504444
ol@reyniservice.fo

Reyni Service Tórshavn, Vegurin langi, FO-188 Hoyvík, Tlf. 35 30 40 Reyni Service Klaksvík, Tel. nr: 47 30 40 rsreyniservice.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita